Merkur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Merkur (symbol: ) hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930, fekk Merkur ivasama heitið at vera næstminsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna og varð bólkað av nýggjum í bólkin gongustjørudvørgar, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin.
Merkur er næst Sólini. Lítil er hon, knappar 5 túsund km í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara mána. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru dotnir niður á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella í lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hann er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum.