From Wikipedia, the free encyclopedia
Meksikobýur (Ciudad de México) er høvuðsstaður í Meksiko. Hesin býur er heilt inni í landinum, og hann er 2.310 m yvir havinum. Meksikobýur er millum teir størstu býirnar í verðini. Hildið verður, at har búgva fleiri enn 21 milliónir fólk í øllum Meksikobýi í 2014, sum fevnir um næstan 8000 km2. [1] Býurin var eisini høvuðsstaður hjá astekum, og tá stóð á oyggjum úti í einum stórum vatni- nú er vatnið fyri tað mesta uppturkað. Býurin er vaksin óføra skjótt, og við sínum 8,8 mill. er hann ein av størstu býum á jørðini. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári. [2]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.