![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/82/Maglia_rosa.jpg/640px-Maglia_rosa.jpg&w=640&q=50)
Maglia rosa
From Wikipedia, the free encyclopedia
Maglia rosa (italienskt fyri "ljósareyð treoyggja") verður givin til føraran av høvuðskappingini í Giro d'Italia. Førarin er tann súkklarin ið hevur skjótastu tíðina, tá ið øll úrslitini frá øllum teinunum verða løgd saman. Tann súkklarin ið førir eftir tann síðsta teinin verður kosin sum vinnari av Giro d'Italia. Troyggjan svarar til maillot jaune í Tour de France og Jersey de Oro í Vuelta a España.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/82/Maglia_rosa.jpg/640px-Maglia_rosa.jpg)
Tann ljósareyði liturin varð valdur fyri at heiðra blaðnum La Gazzetta dello Sport, ið stovnaði kappingina og sum er kend fyri tað ljósareyða pappíri, ið blaðið nýtir.