Móti
From Wikipedia, the free encyclopedia
Móti er klædnastílur, litur og snið á nýggjum klæðum, og mótin broytist støðugt. Í til dømis París og New York eru mótahús, sum skipa fyri nýggjum móta, t.d. tvær ferðir um árið (vár- og summarmóti og heyst- og vetrarmóti).
Klæðini eru broytt við tíðini, bæði tilfar og snið. Fyrstu klæði vóru úr djóraskinni og skuldu verja fyri kulda og vætu. Klæði skulu enn líva fyri veðri, men samfelag og móti gera av, hvussu tey skulu vera. Fyrst í 14. øld fóru tey í Evropa at gera klæði, sum sótu væl á kroppinum. Í 16. øld vórðu stívarar settir í konufólkakjólar. Hetta var móti til síðst í 19. øld. Í 1920-árunum broyttist mótin nógv - skjúrtini styttust fyri fyrstu ferð. Upprunaliga skuldi mótin bera boð um, at fólk vóru væl fyri. Vóru nýmótans klæði dýr, kundu rík fólk vísa, at tey høvdu ráð at keypa nýmótans klæði.
Tá ið konufólk høvdu fá rættindi, vóru mótaklæði so trong, at trupult var at røra seg í teimum. Við øktum rættindum broyttust klæðini, so konufólk fingu rørt seg meira ótálmað. Til dømis gjørdust langbuksur nýmótans. Onkur átrúnaður fyrisetur enn, hvussu fólk skulu verða ílatin. Islam ásetur til dømis, at konufólk skulu vera sømiliga ílatin, tá ið tey fara út.
Í øldir er mótin broyttur eftir broyttum lívshátti.