From Wikipedia, the free encyclopedia
Løgtingsval varð hildið í Føroyum hin 19. januar 2008, sum var ein fríggjadag.
Á vali vóru 31.112 út av 34.835 møguligum veljarum, og svarar hetta til eina valluttøku á 89,3 %. Hetta var ein greið lækking í mun til valið í 2004, tá valluttøkan var 92,3 %.
Sjey flokkar stillaðu upp til løgtingsvalið, av hesum var ein nýggjur flokkur, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, tað var Miðnámsflokkurin. Flokkarnir vóru hesir (Bókstavarnir standa fyri lista):
Niðanfyri sæst yvirlit yvir tingmannabýti, talið í klombrum sipar til munin millum løgtingsvalið 2008 og løgtingsvalið 2004. Av teimum fýra stóru flokkunum varðveittu allir sítt tingmannatal uttan Javnaðarflokkurin, ið misti ein tingmann. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin vunnu hvør sín tinglim, meðan Miðnámsflokkurin sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, ongan tinglim fekk.
Fremstu varatingmenn fyri Fólkalokkin:
Fremstu varatingmenn fyri Sambandsflokkin:
Fremstu varatingmenn fyri Javnaðarflokkin:
Fremstu varatingmenn fyri Sjálvsstýrisflokkin:
Fremstu varatingmenn fyri Tjóðveldi:
Fremstu varatingmenn fyri Miðflokkin:
Miðnámsflokkurin fekk ongan tinglim. Fremsta og einasta valevni hjá Miðnámsflokkinum var Bergur Johannesen, ið fekk 203 atkvøður.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.