Lucky Luke
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lucky Luke er teknirøð, sum belgiarin Morris (Aldus Maurice de Bévère) fyrstu ferð gjørdi í 1946. Morris dámdi best at tekna, men hann skrivaði eisini tær fyrstu søgurnar um Lucky Luke. Frá 1955 til sín deyða í 1977 skrivaði René Goscinny søgurnar, og søgurnar um Lucky Luke frá hesum tíðarskeiði verða roknaðar at vera millum tær bestu yvirhøvur innan teknirøðir.
Eftir deyða Goscinnys hevur ein rúgva av rithøvundum verið við til at skriva søgurnar.
Morris teknaði Lucky Luke til sín deyða í 2001, tey seinastu árini hevði hann fleiri hjálparfólk. Eftir Morris tók Achdé (Hervé Darmenton) við sum teknari.
Søgurnar eru gjørdar til teknifilm, og nakrir fáir leikfilmar eru eisini gjørdir um Lucky Luke.