![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1e/Reine_fr%25C3%25A5_Reinebringen.jpg/640px-Reine_fr%25C3%25A5_Reinebringen.jpg&w=640&q=50)
Lofoten
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lofoten (norðursámiskt: Lufuohttá, lulesámiskt: Lufoahtta) er ein oyggjabólkur í Norðurnoregi. Oyggjarnar liggja beint sunnanfyri Vesterålen. Oyggjarnar liggja í Norskahavinum. Tær størstu av Lofoten oyggjunum eru: Austvågøya 526,10 km², Vestvågøya 411,05 km², Moskenesøya 185,94 km², Flakstadøya 109,76 km², Gimsøya 46,36 km², Værøya 15,74 km² og Røstlandet 3,60 km². Tær størru bygdirnar eru: Svolvær, Leknes, Kabelvåg, Gravdal, Stamsund, Ballstad, Sørland og Henningsvær. Grótslagið er av tí elsta í heiminum. Fjøllini verja fyri tí kalda norðanvindinum, og tí er havnin so góð og lýggj. Fiskivinnan eigur lívið í fólkinum her, helst turri fiskurin, sum er týdningarmikil útflutningsvøra.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1e/Reine_fr%C3%A5_Reinebringen.jpg/640px-Reine_fr%C3%A5_Reinebringen.jpg)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/db/Ramberg_%28Lofoten%29.jpg/640px-Ramberg_%28Lofoten%29.jpg)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b7/Map-of-Lofoten-and-Vesteraalen.svg/320px-Map-of-Lofoten-and-Vesteraalen.svg.png)
Tann flógvi Golfstreymurin hevur stóran týdning fyri veðurlagið í Norðuratlantshavi. Hóast Lofoten er nógv norðari enn Nuuk, er veðurlagið nógv lýggjari. Í Nuuk er pakkísur og rekaísur fleiri mánaðir um árið, men her ger golfstreymurin, at sjógvurin frystir ikki fram við allari norsku strondini. Tað hevur nógv at siga fyri fiskivinnuna í Lofoten. Størsta bygdin er Svolvær. Hon liggur væl afturundir, fjøllini eru høg. Svolvær er í Vågans kommunu. Av tí, at so nógvur fiskur var at fáa eftir kríggið, 1940-1945, búðu nógv fólk í Vågan tá. Upp ígjøgnum sekstiárini góvust nógvir útróðrarmenn, men tað eydnaðist kommununi at útvega teimum annað arbeiði, so fólkatalið hevur hildið sær.
Enn er Lofoten stórt fiskivinnupláss, men fiskiførini eru nógv fækkað. Hundraðtals bátar róðu út her, tá ið fiskivinnan var upp á tað besta. Í hølunum á bátunum komu handilsfólk og handlar. Seinni vórðu virki bygd at virka fiskin. Og nú koma ferðafólk í hópatali at síggja hetta sermerkta oyggjalandið. Trýstið á Lofoten, eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Norra, er stórt. Útivið ein millión ferðafólk vitjaðu Lofoten í 2016.