Lindýr (frøðiheiti Mollusca) er eitt fylki (phylum) av ryggleysum djórum, tvs. djór ið onki geislarað hava. Lindýr finnast bæði á landi og sjógvi. Tey lindýrini, sum vit oftast møta í Føroyum, munnu helst vera sniglar og maðkar. Av øllum lindýrum eru 4/5 sniglar.

Skjót fakta Vísindaflokking ...
Lindýr
Thumb
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Lat aftur

Vit kunnu t.d. nevnað sniglar, høgguslokkar og skeljadýr.

Lindýrini líkjast ormum í tí, at likam teirra er lint, alt sum tað er. Tey hava hvørki harða húð ella beinagrind, men so hava tey sonevnda kápu uttan á sær ella uttan um seg. Á nógvum lindýrum gevur kápan frá sær kálkevni, sum verður til harða skel ella skeljar, ið eru dýrinum til verju, og sum tað livir innií. Innvølurin er at kalla bygdur eins hjá øllum lindýrum. Til eru bæði einkynjað og tvíkynjað lindýr: tey liva í vatni, í sjónum og á landi. Í Føroyum eru flestu lindýrini sjódýr, á landi eru bara nøkur fá sløg av teimum. Vanligstu lindýraflokkarnir eru sniglar, skeljadýr og høgguslokkar.

Flokking

Rað: Mollusca

  • Flokkur: Aplacophora
  • Flokkur:: Polyplacophora
  • Flokkur:: Monoplacophora
  • Flokkur:: Gastropoda (Sniglar)
  • Flokkur: Cephalopoda (høgguslokkar)
  • Flokkur: Bivalvia (skeljadýr)
  • Flokkur: Scaphopoda

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.