Leypár
From Wikipedia, the free encyclopedia
Leypár er kalendaraár, sum er 1 dag longri enn hini árini; tað verður eisini nevnt skotár. Eyka dagurin verður settur inn í februar, sum tá hevur 29 dagar. Tá leypár er, verður 24. februar nevndur leypársmessa.
Eitt leypár er sostatt eitt ár við 366 døgum í gregorianska kalendaranum í mun til teir vanligu 365 dagarnar.
Eitt ár er leypár, um árstalið kann býtast við 4, men ikki við 100; tá árstalið kann býtast við 400, er tað kortini leypár. Soleiðis var ár 1900 ikki leypár, meðan 2000 var. Eftir hesari reglu vera 97 leypár fyri hvørji 400 ár, og árið verður í miðal 36597/400 dagar ella 365,2425 dagar, meðan miðalsólárið er 365,2422 dagar. Tað er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.