Latínskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Latín (á latíni: lingua latīna, IPA: [ˈlɪŋɡʷa laˈtiːna]) er klassiskt mál, ið hoyrir til italsku málættina og soleiðis til indo-evropeisku málættina. Latínska stavraðið mentist frá tí etruskiska stavraðnum og tí euboiiska grikska stavraðnum og at enda úr tí fønikiska stavraðnum.
Latín Lingua Latina, Lingua Romana | ||
---|---|---|
Tosað í: | Rómverjaríkið, Vatikanið. | |
Tosandi íalt: | — | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Italskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | la | |
ISO 639-2: | lat | |
ISO 639-3: | lat
. |
Latín var uppruniliga talað í Latium, í Italiahálvoynni.[1] Ígjøgnum valdið hjá Rómverska tjóðveldinum varð latín tað ráðandi málið, fyrst í Italia og seinni tvørtur ígjøgnum Rómverjaríkið. Talumálslatín mentist til tey rómanska mál, t.d. italskt, portugisiskt, spanskt, franskt og rumenskt. Nógv orð í enskum og eisini donskum komu frá latíni. Latínskar røtur brúkast í guðfrøði, lívfrøði og læknafrøði.
Undir seina Rómverska tjóðveldið (um 75 f.Kr.), varð fornlatín fyrisett til klassiskt latín. Talumálslatín var tað mál, ið talaðist um tað mundið og sýnist í innskriftum og verkum av skemtleikskøldum sum Plautus og Terentius.[2] Seinlatín er skriftsmálið frá 3. øldini og miðaldarlatín er málið frá 9. øldini, ið mentist til endurburðarlatín undir endurburðartíðina. Seini mentist nýlatín. Latín varð brúkað fyri altjóða samskifti og vísindi til 18. øldina, tá ið man byrjaði brúka talumál fyri skriftir. Kirkjulatín er enn almennt mál í Pávastólinum og Rómversk-katólsku kirkjuni. Latín undirvísast í skúlum um allan heim.[3][4]