Landbúnaður
From Wikipedia, the free encyclopedia
Landbúnaður er at velta grøði til matna ella fóður og at hava alidjór. Haðan fæst t.d. egg, ull, kjøt og mjólk. Landbúnaður hevur alstóran týdning fyri heimsins fólk. Tey fleiri enn 6,9 mia. fólkini skulu hava mat, og landbúnaðurin gevur nógvum fólki arbeiði. Nútímans landbúnaður krevur nútímans amboð og maskinur at bera seg fíggjarliga. Har skal verða pløgt, harvað, sátt, og seinni sprænt fyri skordjórum og soppum, og at enda skal verða heystað, alt verður gjørt við maskinum.
Fyrr vóru ross nýtt at draga amboð, og á gørðunum vóru húskallar og arbeiðskonur. Nú koyrir bóndin sjálvur traktorin. Um heystið verður akurin skorin við stórum maskinum, tær treskja beinanvegin. Nú á døgum er umráðandi at vinna so nógv sum til ber av landinum. Neyt standa inni alt árið, hønur eru í alt ov smáum búrum, og kálvar fáa bara okkurt serligt at eta, og kjøtið skal hava ávísan lit. Nógv eru ónøgd við ta viðferð, djórini fáa, og sumstaðni er landbúnaðurin komin í ringt orð. Men vanligast er, at djórini verða væl viðfarin.
Øll grøði, vit velta, er ættað undan villum plantum. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu platunum vald burturúr. Til dømis er serstakt maltbygg, sum er serliga væl egnað til ølbrygging. Í Amerika er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti skordjórum og soppum, og sum eisini fruktar væl. Nógvir bøndur reka landbúnað eftir natúrligum reglum. Teir fara ikki so ofta um jørðina ella spræna fyri skaðadjórum. Heldur brúka teir natúrlig tøð enn handilstøð. Fruktin av slíkari jørð er ofta dýrari, men mong halda hana vera sunnari.
Nógvastaðni í heiminum eru týðandi mentanir sprotnar úr landbúnaðinum í áardølum; til dømis. tann sumeriska mentanin, ið verður hildin at vera tann elsta hámentanin í søguni. Sumeriska fólkið livdi fyri meira enn 4000 árum síðani í Mesopotamia við áirnar Evfrat og Tigris í tí landinum, sum nú eitur Irak. Indusdalurin í landinum, sum nú eitur Pakistan, er eitt annað dømi um eitt øki, har fólk hava livað av framkomnum landbúnaði í nógv túsund ár.