Kvinna
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ein kvinna, fleirtal: kvinnur ella kona, fleirtal: konur, er eitt menniskja av kvennkyni. Vanliga verða orðini kvinna og kona brúkt um vaksnar kvinnur, meðan orðið genta verður brúkt um børn og ungdómar av kvennkyni. Orðið kvinna verður tó eisini av og á brúkt um bæði vaksnar kvinnur og gentur, eitt nú í orðum sum kvinnurættindi. Vanliga kunnu kvinnur føða børn, meðan eldri kvinnur sum er komnar yvir yvirgangsárini og summar kvinnur av øðrum orsøkum kunnu ikki føða børn.