Kunoy
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kunoy er tann í miðal hægsta oyggin í Føroyum, har 6 av fjøllunum røkka upp um 800 m. Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er, men norðan fyri bygdina Kunoy gongur ein trong, djúp gjógv, Skarðsgjógv, tvørtur um oynna. Suðurendin á Kunoy eitur Brattanes, og norðurendin Kunoyarnakkur, hann er hægsta forberg í Føroyum - 820 m. Oyggin hevur tvær bygdir, Haraldssund og Kunoy bygd, sum við byrging og tunnli hava fingið vegasamband við Klaksvíkina. Navnið hevur hon av einum drangi við norðurendan, sum eitur Konan.
Hægstu fjøll á Kunoynni eru Kúvingafjall 831 m, Havnartindur 820 m og Urðafjall 817 m. Kúvingafjall er hægsta fjall á Kunoynni. Millum Borðoy og Kunoy er Haraldssund og Pollurin. Pollurin er millum Kunoyagalv, suðursíðuna á Kunoynni, og Borðoynna, og frá Pollinum norðureftir, millum Borðoynna og Kunoynna er Haraldssund. Í Haraldssuni frá bygdini Ánunum á Borðoy og norður um bygdina Haraldssund á Kunoynni rekur nakað hart, norðari í sundinum er lítið og einki rák.