Kuneo
From Wikipedia, the free encyclopedia
Cuneo (piedmonesiskt: Cuni) er ein býur og kommuna í útnyrðings Italia, tætt við markið til Frakland í Kuneo landslutinum í Piemonte regiónini. Piemonte er tann triðstørsta regiónin í Italia eftir stødd. Býurin liggur við Tær Maritimu Alpurnar og við tað 11 kilometra longu Stura di Demonte ánna. Grannakommunurnar eru: Boves, Busca, Cervasca, Vignolo, Beinette, Peveragno, Castelletto Stura, Caraglio og Tarantasca. Cuneo kommuna varð stovnað 1198, har búgva umleið 55.000 fólk.
Undir Seinna Heimskríggi, frá 1943-45, var Cuneo miðdepil fyri italsku mótstøðurørsluna móti týskarunum.
Ein servøra frá Cuneo er Cuneesi al rhum, sum er sjokoláta, sum er fylt við fyllu við róm í.