Krossmerki
From Wikipedia, the free encyclopedia
Norðurlendsk krossfløgg, norðurlendska krossmerkið, skandinaviski krossurin er flaggsnið, sum vanliga verður samborðið við fløgg norðurlanda, haðani upprunin eisini stavar. Norðurlond flest hava flagg av slíkum sniði, tó undantikin eru Grønland og Sámaland. Krossurin umboðar kristindóm, og er hann avmyndaður á grikskan hátt. Fyrsta flagg við hesum sniði er hitt danska, Danabrók; síðani, Svitjóð, Noreg, Finnland, Ísland, og síðani Føroyar og Áland. Noregs flagg var hitt fyrsta trílitta norðurlendska krossmerkið. Hóast øll nevndu fløggini bera sama upprunasnið, hava tey øll serstaka søgu og serstakt myndamál.
Nøkur av fløggunum í hesum lista hava ikki vunnið almenna viðurkenning. Leggið eisini til merkis, at lutføll, snið og støddir vísa frábrigdi, eisini hóast flaggið er hitt sama bert til annað endamál.