![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/41/Hamsun_bldsa_HA0341.jpg/640px-Hamsun_bldsa_HA0341.jpg&w=640&q=50)
Knut Hamsun
From Wikipedia, the free encyclopedia
Knut Hamsun (føddur 4. august 1859 í Vågå/Lom sum Knud Pedersen, deyður 19. februar 1952 á Nørholm) var ein norskur rithøvundur. Hann verur mettur at vera ein av høvundunum, sum hevur havt størstu ávirkanina í 20. øld og verður av mongum roknaður sum upphavsmaður til tað nýmótans skaldsøguna. Kendasta skaldsøga hansara er Hungur (Sult). Hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1920. Hann var virkin sum høvundur í meira enn 70 ár. Hann gav út meira enn 20 skaldsøgur, yrkingasavnið Det vilde Kor, stuttsøgur, nakrir sjónleikir, eina ferðafrásøgn og nakrar essay og kjakgreinar í dagbløðunum.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/41/Hamsun_bldsa_HA0341.jpg/640px-Hamsun_bldsa_HA0341.jpg)