Jotunheimur (á norskum Jotunheimen) er ein fjallarøð í Noregi. Har er hægsta fjall í Noregi, Galdhøpiggen (2469 m). Stórur partur av Jotunheimum er í Lom kommunu. Meginparturin av Lom kommunu er oman skógarmarkið. Lom er ein kommuna inni í landinum. Tí er stórur munur á hitanum um summarið og um veturin. Niðri í Ottadali er miðalhitin 2,4 stig, men uppi í fjøllunum er kaldari. Tað er tí, at hitin minkar uml. 0,6 stig hvørjar 100 m., tú kemur upp í fjøllini. Nógv ferðafólk fara í tey høgu fjøllini í tjóðgarðinum Jotunheimen Nasjonalpark. Í Jotunheiminum hevur norska ferðamannaráðið bygt nógvar smáttur til teirra, sum ganga í fjøllunum.

Thumb

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.