![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5f/Joseph_Schumpeter_ekonomialaria.jpg/640px-Joseph_Schumpeter_ekonomialaria.jpg&w=640&q=50)
Joseph Schumpeter
From Wikipedia, the free encyclopedia
Joseph Schumpeter (8. februar 1883 – 8. januar 1950) var ein eysturrískur búskapar- og stjórnmálafrøðingur. Eitt, sum hann er kendur fyri, er, hvussu hann lýsir fólkaræðið. Fólkaræðið er tað, at mann fer a val og ikki meir enn tað. Sambært Schumpeter fer veljarin ikki á val og velur út frá tí, sum mett verður at føra við sær tað felags besta. Harafturímóti velur veljarin út frá tí, sum er best, men einans fyri hann sjálvan. Tann sum verður mest hoyrdur og sæddur verður valdur, og tað er sjálv maktin, sum fólkaræðið snýr seg um.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5f/Joseph_Schumpeter_ekonomialaria.jpg/640px-Joseph_Schumpeter_ekonomialaria.jpg)