![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/60/Jenis_av_Rana_%25282%2529.jpg/640px-Jenis_av_Rana_%25282%2529.jpg&w=640&q=50)
Jenis av Rana
From Wikipedia, the free encyclopedia
Jenis Kristjan av Rana (føddur 7. januar 1953 í Trongisvági) er ein føroyskur lækni og politikari fyri Miðflokkin. Jenis hevur læknaprógv frá 1983 og hevur verið kommunulækni í Tórshavn síðan 1995. Hann hevur verið løgtingsmaður fyri Miðflokkin síðan 1994, og býráðslimur í Tórshavn 1993–1996. Hann var limur í Marknaðarnevnd og Arbeiðaramálanevnd Løgtingsins 1994–1998, og hevur verið limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins síðan 1998. Floksformaður 1994–1997 og frá 2001. Formaður í Hjálparlæknaráð Føroya 1989–1995, nevndarlimur í Læknafelag Føroya 1989–1995.
Skjót fakta er eitt, Fødd(ur) ...
Jenis av Rana | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 7. jan 1953 í/á Trongisvágur |
Starv | politikari, lækni |
Politiskur flokkur | Miðflokkurin, Kristiligi Fólkaflokkurin |
Foreldur | faðir Dánjal av Rana |
Dátuheiti | |
Commons | Jenis av Rana |
Lat aftur