From Wikipedia, the free encyclopedia
Immunskipanin er verjuskipanin hjá kropppinum ímóti smáverum, so sum bakterium og virusum. Immunskipanin er samansett av ymiskum sløgum av hvítum blóðkyknum. Tá kroppurin verður smittaður av til dømis eini bakteriu leypa hvítu blóðkyknurnar á og royna at drepa tær fremmandu kyknurnar.
Immunskipanin hevur minni, sum ger at næstu ferð kroppurin kemur í samband við bakteriuna, er klárt við andevnum sum kunnu merkja júst hesa bakteriuna so hon verður dripin beinanvegin.
Immunskipanin er deild upp í ta viðføttu og ta tillagaðu immunskipanina.
Tann viðfødda immunskipanin er ein skipan sum næstan allir lívsformar hava og er tann skipanin sum virkar beinanvegin tá ein fremmand kykna kemur í kroppin. Tað er ein óspesifikk skipan og er uppbygt av eini komplementskipan og ymiskum sløgum av fagosyttum (kyknur ið drepa fremmandar kyknur við at eta tær):
Tann tillagaða immunskipanin er ein skipan sum bert geisladjór hava og virkar við, at ymiskar kyknur hava ymisk antigen. Soleiðis ber til at tillaga verjuna ímóti bakteriur og virusum. Hetta elvir til eina sterkari verju, sum eisini hevur møguleika at minnist bakteriur kroppurin hevur møtt fyrr. Skipanin er samansett av tveimum sløgum av lymfosyttum: T-kyknur og B-kyknur
Komplementskipanin er eisini ein partur av tí tillagaðu immunskipanini.
Andevni (antistoffir), eisini kallaði immunoglobulin (stytt Ig), eru evni framleidd av B-kyknum sum kenna ávísar partar av fremmandum kyknum aftur, nevnd antigenir. Kroppurin framleiðir B-kyknur við fleiri milliardum av ymiskum andevnum og nøkur av hesum passa so saman við pettum á fremmandum kyknum. Tá ein B-kykna hevur funnið t.d. eina bakteriu við einum antigenið, ið andevni hennara passar saman við, vísur hon antigeni til eina TH2-kyknu, sum stimbrar B-kyknuna so hon deilir seg og gerst til B-plasma kyknur sum framleiða stórar nøgdir av andevni ímóti júst hesi bakteriu.
Komplementskipanin er bæði ein partur av viðføddu og tillagaðu immunskipanini, sum hjálpir kroppinum at drepa fremmandar kyknur við at gera hol á membranin.
Autoimmunar sjúkur koma av at kroppurin framleiðir andevni ímóti sínum egnu kyknum og elvir til at tær verða álopnar av immunskipanini. Dømi um nakrar autoimmunar sjúkur:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.