Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag er eitt føroyskt kappróðrarfelag úr bygdunum Streymnes og Hvalvík, sum varð stovnað í 1976. Bátarnir hjá felagnum eru grønir við svørtum stokkum.
Bæði Hvessingur og Báran hava vunnið FM-heiti. Í 2020 luttekur felagið við trimum manningum í FM-róðrum; Hvessingur (6 mannafør menn), Báran (5 mannafør kvinnur) og Nísan (barnaróður).