From Wikipedia, the free encyclopedia
Hiroshima (japanskt mál: 広島) er ein býur á oynni Honshû í Japan. Í januar 2010 búðu 1.173.980 fólk har. Støddin á býnum er 741,63 km². Sum tann fyrsti býurin í søguni varð Hirshima raktur av fyrstu atombumbuni nakrantíð, tá USA hin 6. august 1945, undir Seinna heimsbardaga, slepti einari atombumbu yvir býin. Tað var bumbuflogfarið Enola Gay ið kastaði bumbuna. Bumban brast kl. 8.15, og fá sekundir seinni sást eitt kraftigt ljós, ein sjokkbylgja kom og so sást eitt risastórt skýggj, sum í formi líktist einum hundalandi. Hildið verður at millum 90.000 – 166.000 doyðu beinanvegin ella í einum 2-4 mánaða tíðarskeiði eftir at atombumban varð slept. Umleið helmingurin av hesum fólkum doyðu sama dag, sum bumban brast, hini í døgunum ella vikunum eftir. Tey flestu sum doyðu vóru vanlig sivil fólk, sjálvt um tað var ein hernaðarstøð í Hiroshima.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.