From Wikipedia, the free encyclopedia
Helsinki (svenskt: Helsingfors (help·info)) er høvuðsstaður í tjóðveldinum Finnland. Hann er vakur býur við beinum gøtum og nógvum prýðiligum húsum. Í býnum er universitet, og har er stórt fornminnissavn. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Finnlandi. Í býinum er eisini óføra góð havn, og fram við havnalagnum er sølugøta, har fólk selja grønmeti, frukt, fisk og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl.
Grunddáta | |
---|---|
Land: | Finnland |
Stødd: | 213,66 km² |
Íbúgvatal (2012): | 604 380 |
Íbúgvatættleiki: | 2 828 7 /km² |
Heimasíða: | www.hel.fi |
Høvuðsstaður Finnlands er út ímóti havinum og liggur opin og frítt fyri. Í Finnlandi er meginlandaveðurlag. Í Helsinki er miðalhitin kaldasta mánaðin -5 °C og heitasta +18 °C.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.