Hans Jákupsson Debes
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1752-1769.
Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1752. Hann var giftur við dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, undanfarna løgmanni. Hann var fyrst varaløgmaður, og gjørdist løgmaður tá verfaðirin doyði.
Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: "Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne" (1763) og "Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe" (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, "En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav", yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong.