Hans Andrias Djurhuus
Føroyskur rithøvundur og skald / From Wikipedia, the free encyclopedia
Hans Andrias Djurhuus (føddur í Tórshavn 20. oktober 1883, deyður 6. mai 1951) er bróðir navnframa yrkjaran Janus Djurhuus, og saman ganga teir mangan undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var Áarstova í Havn. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum. Hann verður mangan nevndur "Føroya kærasta fólkaskald"; sum skald var Hans Andrias ógviliga virkin og fjølbroyttur og royndi seg á flestøllum skaldskaparøkjum, t.d. sum yrkjara, sálmaskald, stuttsøgu-og ævintýrahøvund, skaldsøgu-og sjónleikahøvund. Tað mesta av tí, hann skrivaði, er komið út í verkinum Ritsavn I-VII.