![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/0b/Hal_Holbrook_Our_Town_1977_%2528cropped%2529.jpg/640px-Hal_Holbrook_Our_Town_1977_%2528cropped%2529.jpg&w=640&q=50)
Hal Holbrook
From Wikipedia, the free encyclopedia
Harold Rowe "Hal" Holbrook (føddur 17. februar 1925 í Cleveland, Ohio; d. 23. januar 2021) var ein amerikanskur filmsleikari. Hann hevur spælt við í fleiri sjónvarpsfilmum og røðum. Hann hevur eisini spælt leiklutir í spælifilmum. Í 2007 var hann tilnevndur eina Oscar-virðisløn og ein Screen Actors Guild Award fyri sín leiklut í filminum Into the Wild. Hann er eisini kendur fyri at spæla í sjónvapsrøðum, eitt nú spældi hann leiklutin sum Abraham Lincoln í 1976 sjónvarpsrøðini Lincoln, og sum Hays Stowe í The Bold Ones: The Senator. Hann hevur verið giftur trýggjar ferðir og eigur trý børn. Hann giftist við Ruby Holbrook í 1945, tey fingu tvey børn, blivu síðan skild í 1965. Í 1966 giftist hann Carol Eve Rossen, tey fingu eitt barn saman, tey vóru skild í 1983. Hann giftist sjónleikararnum Dixie Carter í 1984, tey vóru gift til hon doyði í 2010.
Hal Holbrook | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. feb 1925 í/á Cleveland |
Andaðist | 23. jan 2021 í/á Beverly Hills |
Alma mater | Denison University, Culver Academies, HB Studio |
Starv | persónsmenskuleikari, sjónleikari á palli, filmsleikari, sjónvarpsleikari, filmsrithøvundur, sjónleikari, director |
Foreldur | faðir Harold Rowe Holbrook |
Mál | Enskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000114502579 |
VIAF | 85135128 |
LCAuth | n88068074 |
IMDB | nm0001358 |
Commons | Hal Holbrook |