HM í fótbólti 2014
From Wikipedia, the free encyclopedia
HM í fótbólti 2014 er tann 20. útgávan av HM í fótbólti, ið er ein altjóða kapping fyri menn, ið verður hildin í Brasil frá 12. juni til 13. juli 2014.[6] Hetta er aðru ferð, at Brasil er vertur fyri heimsmeistaraskapin í fótbólti hjá monnum, seinastu ferð var í 1950. Brasil varð valt til vertstjóð til endaumfarið uttan mótstøðu, eftir at altjóða fótbóltsfelagsskapurin, FIFA, almannakunngjørdi, at kappingin skuldi haldast í Suðuramerika fyri fyrstu ferð síðan 1978 í Argentina. Hetta er fimtu ferð yvirhøvur, at kappingin verður hildin í Suðuramerika.
FIFA World Cup Copa do Mundo da FIFA Brasil 2014 | |
---|---|
Um kappingina | |
Vertsland |
![]() |
Dagfestingar | 12. juni – 13. juli 2014 (32 dagar) |
Lið | 32 (úr 5 samgongum) |
Stadion | 12 (í 12 vertsbýum) |
Endaliga støðan | |
Meistarar |
![]() |
Nummar tvey |
![]() |
Triðjapláss |
![]() |
Fjórðapláss |
![]() |
Hagtøl um kappingina | |
Dystir leiktir | 64 |
Mál skotin | 171 (2.67 per dyst) |
Áskoðarar | 3.429.873 (53.592 per dyst) |
Toppskorari(ar) |
![]() (6 mál)[1] |
Besti leikari |
![]() |
Besti ungi leikari |
![]() |
Besti málmaður |
![]() |
Fair play virðisløn |
![]() |
← 2010 2018 → |
Allir heimsmeistar í fótbólti síðan tann fyrsta heimsmeistaraskapin í fótbólti í 1930 (Argentina, Ongland, Frakland, Italia, Spania og Uruguei) luttaka í kappingini. Spania er forsvarandi heimsmeistari. Teir vunnu móti Niðurlondum 1-0 í finaluni. Hinar fýra ferðirnar ið heimsmeistaraskapurin í fótbólti hevur verið hildin í Suðuramerika, hevur eitt Suðuramerikanskt lið vunnið kappingina.[7]