Grækarismessa
From Wikipedia, the free encyclopedia
Grækarismessa er 12. mars. Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma, hóast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað. Grækarismessudagur er almennur flaggdagur.
Hendan greinin er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hann. |
Sí miðlasavnið