Grønland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Grønland, á grønlendskum Kalaallit Nunaat, eru oyggjaland í Arktis og Norðuratlantshavi, og er partur av danska ríkinum saman við Danmark og Føroyum. Høvuðsstaður er Nuuk, og í landinum búgva umleið 60 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er grønlendskt. Grønland er heimsins størsta oyggj og er næstan alt í norðurpolarringinum.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Nunarput utoqqarsuanngoravit, Nuna asiilasooq | |||
Alment mál | Grønlendskt | ||
Høvuðsstaður | Nuuk | ||
Drotning | Frederik X | ||
Landsstýrisformaður | Múte Bourup Egede | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 166 086 km² 81,1 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
56 370 0,026/km² | ||
Gjaldoyra | Donsk króna (DKK) | ||
Tíðarøki | UTC 0 til UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gl | ||
Telefonkota | +299 | ||
1Heimastýri síðani 1979. |
Í 2008, tá fólkaatkvøða varð hildin í Grønlandi um sjálvstýrislógina hin 25. november 2008, var greiður meirluti í Grønlandi fyri størri sjálvstýri. Meira enn tríggir fjórðingar av grønlendingum, sum vóru á fólkaatkvøðu, atkvøddu fyri nýggju sjálvstýrislógini. Góð 70 % av grønlendingum luttóku í fólkaatkvøðuni [1]. Føroyar fingu eina líknandi lóg, yvirtøkulógina, sum varð viðtikin í Fólkatinginum og Løgtinginum í 2005 umfrat uttanríkispolitisku lógina.[2]
Hvítabjørnin er tjóðardjór í Grønlandi og er á skjaldarmerki Grønlands. Skjaldarmerkið hjá Grønlandi er blátt við eini hvítabjørn, sum stendur á afturbeinunum. Grønlendska flaggið verður nevnt Erfalasorput, sum merkir “okkara flagg”. Tað hevur eina sól í miðjuni, sum rísur úr sjónum. Flaggið er hvítt og reytt. “Nunarput Utoqqarsuanngoravit” (Okkara elligamla land) hevur verið grønlendski tjóðsangurin síðani 1916.