![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/f5/House_Sparrow_mar08.jpg/640px-House_Sparrow_mar08.jpg&w=640&q=50)
Gráspurvur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Gráspurvur (frøðiheiti - Passer domesticus) líkist nógv skógspurvi, men kennist frá honum av tí, at hann er gráur oman á høvdinum og hevur ongan svartan blett á vanganum. Velið er mest svart við klønum gráum strikum. Bøgan er svartflekkut á bakinum, annars mest grá. Hann livir víða um verð og heldur seg helst tætt upp at húsum. Í Føroyum er hann nýkomin. Í 1935 sóust teir fyrstu suðuri í Vági, um 1940 á Tvøroyri og um 1944 í Havn. Og í øllum hesum støðum hava teir nørst óføra skjótt; hann klekir minst tvær ferðir um árið, kanska tríggjar. Tað sigst, at teir eta ber og gularótafræ í urtagørðunum.
Skjót fakta Støða, Vísindaflokking ...
Gráspurvur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
![]() | ||||||||||||||
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
| ||||||||||||||
Lat aftur
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/2/24/Passer_domesticus_domesticus_MHNT.ZOO.2010.11.208.jpg/640px-Passer_domesticus_domesticus_MHNT.ZOO.2010.11.208.jpg)