Grágrælingur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Grágrælingur (frøðiheiti - Calidris maritima) er longri enn sjógrælingur, men meiri klænvaksin. Um summarið er hann vakurt reyðbrúnur frá øsinum og so allan vegin í neðra aftur at velinum. Men tá sæst hann ikki her. Hann eigur langt norðuri í kuldanum, eitt nú í Grønlandi. Higar kemur hann í miðjum augusti og sæst so til nakað út í september. Tá eru teir gomlu gráir omaná, ungarnir sprøklutir; men nakað burturfrá vísa allir seg gráir, samlittir við sandin. Og á sandinum hava teir tilhald sítt. Men stuttur er steðgur teirra her í Føroyum; áðrenn hálvan september fara teir avstað til Suðurevropa og Norðurafrika.
Skjót fakta Støða, Vísindaflokking ...
Grágrælingur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
| ||||||||||||||
Lat aftur