![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/08/Wulfila_bibel.jpg/640px-Wulfila_bibel.jpg&w=640&q=50)
Gotiskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Gotiskt (*gutisko razda, *𐌲𐌿𐍄𐌹𐍃𐌺𐍉𐍂𐌰𐌶𐌳𐌰) er eitt útdeytt mál, sum hoyrir til eysturgermansku greinina av germansku málunum.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/08/Wulfila_bibel.jpg/640px-Wulfila_bibel.jpg)
Í fólkaflytingatíðini varð málið talað av gotiskum ættflokkum í ymsum pørtum í Evropa. Gotiska málið varð talað á Krim-hálvoynni fram til seinnapartin av 18. øld.
Málið varð skrivað við gotiska stavraðnum, ment av biskupinum Ulfilas til týðing hansara av Bíbliuni í 4. øld. Stavraðið er bygt á forngrikska stavraði.