![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/36/George_Clooney_2012.jpg/640px-George_Clooney_2012.jpg&w=640&q=50)
George Clooney
Amerikanskur sjónleikari og leikstjóri / From Wikipedia, the free encyclopedia
George Timothy Clooney (føddur 6. mai 1961 í Lexington) er ein amerikanskur sjónleikari, leikrithøvundur, framleiðari, leikstjóri og aktivistur. Hann hevur vunnið tríggjar Golden Globe-virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari og tvær Oscar-virðislønir, eina fyri at spæla og eina fyri at framleiða.
George Clooney | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 6. mai 1961 í/á Lexington (Kentucky) |
Alma mater | University of Cincinnati, Northern Kentucky University, Augusta High School, Beverly Hills Playhouse |
Starv | filmframleiðari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, høvundur, raddaleikari, sjónleikari, manufacturer |
Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
Trúgv | agnosticism |
Børn | Alexander Clooney, Ella Clooney |
Foreldur | faðir Nick Clooney |
Mál | Enskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000120992893 |
VIAF | 14928451 |
LCAuth | no96040669 |
IMDB | nm0000123 |
Commons | George Clooney |
Clooney spældi fyri fyrstu ferð sum sjónleikari í sjónvarpinum í 1978, og seinni gjørdist hann kendur víða um fyri sín leiklut sum Dr. Doug Ross í tí longu lækna-sjónvarpsdramarøðini ER frá 1994 til 1999, sum hann móttók tvær tilnevningar til Emmy-virðislønina. Meðan hann arbeiddi í sjónvarpsrøðini ER, byrjaði hann at fáa fleiri tilboð um høvuðsleiklutir í filmum, eitt nú í Batman & Robin (1997) og Out of Sight (1998), har hann arbeiddi saman við samstarvsfelaga sínum gjøgnum langa tíð, Steven Soderbergh. Í 1999 spældi Clooney høvuðsleiklutin í Three Kings, ið var ein vælmóttikin satira ið fór fram undir Golf-krígnum.
Hann hevur leikstjórnað filmarnir Good Night, and Good Luck (2005), Leatherheads (2008), The Ides of March (2011), og The Monuments Men (2014).