Fólkatingið er tað lóggevandi tingið í Kóngsríkið — Danmark verður saman við Føroyum og Grønlandi. Frá 1849 til 1953 var fólkatingið eitt av tveimum kømrum í ríkisdegnum; hitt kamarið var landstingið. Síðan 1953 hevur fólkatingið havt eina eittkamarsskipan. Fólkatingið heldur til á Christiansborg í Keypmannahavn og hevur 179 fólkatingslimir, harav tveir limir eru úr Føroyum og tveir eru úr Grønlandi. Fólkatingslimirnir verða valdir í 19 valdømum í Danmark. Føroyar og Grønland velja sínar limir við egnum valum. Fólkatingslimirnir eru valdir fyri eitt fýraára tíðarskeið. Arbeiðið í fólkatinginum verður leitt av einum presidium, sum umframt fólkatingsformannin, ið verður valdur av fólkatinginum fyrst í skeiðnum, hevur upp til fýra varaformenn. Eftir eitt fólkatingsval skal ein ella fleiri flokkar skipa samgongu, og síðan verða nevndir valdar. Allir fólkatingslimir kunnu koma við lógaruppskotum, sum síðan verða viðgjørd lutvíst í fólkatingssalinum við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, og lutvíst í nevndunum.

Thumb

Sí eisini

Keldur

Slóðir

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.