![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/39/Brown-Falcon%252C-Vic%252C-3.1.2008.jpg/640px-Brown-Falcon%252C-Vic%252C-3.1.2008.jpg&w=640&q=50)
Falkur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Falkar (frøðiheiti - Falco) eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær.[1]