Føroyska krónan
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum, hóast føroyskir myntir ikki verða slignir. Føroyskir pengaseðlar eru viðurkendir, men tá ið Føroyar ikki hava egið gjaldoyra, er ein føroysk króna tað sama sum ein donsk króna.
Síðani 1951 hevur Danski tjóðbankin prentað føroyskar pengaseðlar við føroyskum teksti. Virðið á føroysku seðlunum er tað sama sum á teimum donsku pengaseðlunum. Støddin er eisini tann sama. Høvuðsevnini á teimum pengaseðlunum, sum komu í 2012, eru føroysk djór og føroysk náttúra. Á eini síðu eru djór og á hinari síðuni er ein landslagsmynd. Tað er føroyski listamaðurin Zacharias Heinesen, sum hevur gjørt vatnlitsmyndirnar á teimum seðlunum, ið komu út í 2012. Myndevnini eru við til at geva pengaseðlunum ymiskleika. Myntirnar í Føroyum eru tær somu sum í Danmark.
Undir seinna heimsbardaga varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði gjaldoyruni vóru tá í einari sonevndari Currency board-skipan, sum merkir, at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við. Orsøkin til stovnanina av føroysku krónuni var týska hersetingin av Danmark. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í Havn. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí varð krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini.
Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í Onglandi. Føroyska gjaldoyrað varð verandi soleiðis líka til 1949, hóast seinni heimsbardagi endaði í 1945. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í 1948, og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag. 12. apríl 1949 kom lóg í gildi, sum ásetir, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er 1 króna = 1 krone. Í lógini verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum. Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.