![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/0e/Blue-poison.dart.frog.and.Yellow-banded.dart.frog.arp.jpg/640px-Blue-poison.dart.frog.and.Yellow-banded.dart.frog.arp.jpg&w=640&q=50)
Eiturpílafroskur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Eiturpílafroskar halda til í mið- og suðuramerikansku skógunum. Hesir litføgru froskarnir eru sera eitrandi. Teir verða ofta róptir eiturfroskar, tí upprunafólk smurdu froskaeitur á oddin á blásipílum. Síðan vórðu pílarnir skotnir gjøgnum long blásirør eftir apum og øðrum djórum. Kláru litirnir á eiturpílafroskunum virka sum ávaring til ránsdjór. Eiturpílafroskar eta øll sløg av flogkykti. Flestu eiturpílafroskar eru smáir á vøkstri, minni enn 1,5 sentimetrar, tó at onkrir verða upp í 6 sentimetur. Vaksnu froskarnir verpa í vátlendi. Tá ið eggini eru klakt, ber froskurin ungarnar á bakinum í ein hyl. Eiturpílafroskar hava kalt blóð, og tað merkir, at teir kunnu liva bæði í vatni og á landi.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/0e/Blue-poison.dart.frog.and.Yellow-banded.dart.frog.arp.jpg/640px-Blue-poison.dart.frog.and.Yellow-banded.dart.frog.arp.jpg)