ES-Parlamentið
From Wikipedia, the free encyclopedia
ES-Parlamentið ella Evropa-tingið er einasti stovnur í ES, sum hevur beinleiðis mandat frá borgarunum. Teir 751 limirnir eru býttir sundur í sjey bólkar ella “flokkar”. Parlamentið umboðar fólkið í ES. Parlamentið skal umrøða, góðkenna og evt. broyta uppskotini frá Kommissiónini: uppskotini frá Kommissiónini fara fyrst til Parlamentið, har tey antin verða vrakað, góðtikin ella broytt. Eins og í Løgtinginum verða uppskot beind í ymiskar nevndir. Verða uppskotini ikki vrakað, fara tey síðani víðari til ES-Ráðið, sum eisini skal góðkenna tey. Harumframt velur Parlamentið kommissiónsformannin og skal góðkenna alla Kommissiónina. Parlamentið hevur sostatt beinleiðis ávirkan – og tey smáu londini eru greitt yvirumboðað. Øll limalond fáa í minsta lagi seks limir, og jú fleiri fólk búgva í einum landi, jú færri limir fær landið fyri hvønn íbúgva. Høvdu Føroyar verið sjálvstøðugur ES-limur, høvdu vit í 2014 havt krav um seks tinglimir.
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.