EM í svimjing á stuttgeil
From Wikipedia, the free encyclopedia
Evropsmeistaraskapurin í stuttgeilsvimjing er ein kapping, ið LEN fyriskipar hvørt ár. Kappingarnar fara fram í 25-metra longum svimjihyli. Kappingin verður vanliga hildin fyrst í desember. Føroyar luttaka undir egnum navni og vunnu fyrsta heiðursmerkið, ið var eitt silvurheiðursmerki, í desember 2013, tá ið Pál Joensen gjørdist nummar tvey í 1500 metrum frí. Tað árið var tað Danmark, ið var vertur fyri kappingini.