EB/Streymur
føroyskt fótbóltsfelag / From Wikipedia, the free encyclopedia
EB/Streymur er eitt fótbóltsfelag í Sundalagnum, sum varð stovnað í 1993 við at Eiðis Bóltfelag (EB) av Eiði (stovnað 1913) og Ítróttarfelagið Streymur (stovnað 1976) løgdu saman. Heimavøllurin var fyrstu árini á Mølini á Eiði, men frá 2006 til 2017 vóru heimadystirnir leiktir frammi við Margáir í Streymnesi. Í 2017 stóð snotiliga stadionøkið klárt í Hólmanum á Eiði, og fyrstalið leikti sínar heimadystir har í 2018 og 2019, meðan ítróttarøkið við Margáir varð umvælt. Í 2020 vóru heimadystirnir við Margáir og í 2021 aftur í Hólmanum. Avtalað er, at skifta heimavøll einaferð um árið - millum Eiði og Streymnes.
EB/Streymur | |||
Navn | EB/Streymur | ||
---|---|---|---|
Stovnað | 1993 | ||
Leikvøllir | Í Hólmanum Eiði | ||
Rúmd | 1.000 | ||
Formaður | ![]() | ||
Høvuðsvenjari | ![]() | ||
Liga | Betrideildin | ||
2023 | 6. pláss (Betrideildin) | ||
Heimasíða | http://www.ebstreymur.fo | ||
|
EB/Streymur var fyrstu ferð í bestu deildini í 1994, men endaði niðast, og flutti niður. Í 2001 vóru teir aftur í bestu deildini hjá monnum, og har hildu teir sær í fleiri ár, men í 2015 endaði liðið á aftasta plássi í Effodeildini og flutti niður í 1. deild. Í 2016 vann EB/Streymur 1. deild við 67 stigum og flutti upp aftur í bestu deildina, har teir hava verið síðani.
Í 2022 endaði EB/Streymur nr. 5 í Betrideildini.