From Wikipedia, the free encyclopedia
Dýragarðarnir geva fólki størri fatan av náttúrunnar stórleika og fjølbroytni. Tað eru stívliga 3.000 ár síðan, at teir ráðandi í Kina stovnaðu stóran dýragarð, teir nevndu Vísdómsgarð. Nú hava flestu stórbýirnir dýragarð, fiskabúr ella dýraverndarøki, har fólk fáa høvi at granska og síggja nógv hundrað dýrasløg. Endamálið við dýragørðum er fyrst og fremst at vísa fólki, hvussu dýrini liva og bera seg at, har tey av røttum eiga at vera.
Fólkini, har starvast, gera framúr gott granskingararbeiði og eru virkin í náttúruvernd, tí tey fáa sjáldsom dýr at nørast. Í øllum dýragørðum starvast nógvir dýraansarar, ið ambæta djórunum, dýrafrøðingar, ið granska og hava eftirlit við djórunum, kokkar, bókhaldarar, byggifrøðingar, handverkarar, urtagarðsmenn, dýralæknar og mong, mong onnur. Stjórnin skipar fyri arbeiðinum í dýragarðinum, og har er mikið at takast við. Atgongugjaldið er høvuðsinntøkan, men flestum dýragørðum tørvar fíggjarligan stuðul frá tí almenna.
Men fólk eru sera ójøvn á máli, hvønn týdning dýragarðar í veruleikanum hava. Viðhaldsfólk siga, at dýragarðarnir geva fólki møguleika at sleppa nær djórunum, tað hevði teimum annars ikki verið fyri. Tey, ið eru ikki fyri dýragørðum, halda ikki vera rætt at hava djór byrgd inni, tí dýrini hamast burtur, og í vánaligum dýragørðum fáa djórini ikki nóg góða røkt og ov ringt at eta. Kanska er eisini reinførið vánaligt, so dýrini gerast sjúk.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.