![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/96/Carola_H%25C3%25A4ggkvist_in_June_2015-3.jpg/640px-Carola_H%25C3%25A4ggkvist_in_June_2015-3.jpg&w=640&q=50)
Carola Häggkvist
From Wikipedia, the free encyclopedia
Carola Häggkvist (fødd 8. september 1966 í Norsborg) er songkvinna úr Svøríki.[1] Tríggjar ferðir hevur hon umboða Svøríki á Eurovision Song Contest: í 1983, tá endaði hon á triðjaplássi; í 1991, tá vann hon kappingina; og í 2006, endaði hon á fimtaplássi. Hetta ger hana til eina av teimum sangarunum, sum hevur klárað seg best á Eurovision Song Contest. Hon hevur givið sangir út á fleiri ymiskum málum, eitt nú á svenskum, enskum, týskum, norskum og japonskum. Carola hevur eisini verið rættiliga nógv at hoyra í Føroyum, serliga í samband við Eurovision Song Contest. Hon hevur vunnið svenska Melodifestivalen tríggjar ferðir, fyrstu ferð í 1983.[2]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/96/Carola_H%C3%A4ggkvist_in_June_2015-3.jpg/640px-Carola_H%C3%A4ggkvist_in_June_2015-3.jpg)