Brighton & Hove Albion F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Brighton & Hove Albion Football Club er eitt fótbóltsfelag úr strandarbýnum Brighton í Landsynningsonglandi. Býurin liggur ein tíma sunnan fyri London.
Felagið varð stovnað í 1901. Besta liðið, við kelinavninum "The Seagulls", spælir í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Liðið flutti upp í ovastu deildini í 2017/18. Heimadystir verða spældir á Amex Stadium í smábýinum Falmer, sum liggur 8 km í ein landnyrðing av Brighton.[1] Venjarin hjá besta liðinum er Graham Potter. Hann tók við í 2019.