Borneo
From Wikipedia, the free encyclopedia
Borneo er heimsins triðstørsta oyggj, næst eftir Grønlandi og Ný Guinea. Borneo fevnir um eitt øki á 736.000 km² og er býtt sundur millum londini Malaisia, Brunei og Indonesia. Borneo liggur norðanfyri Java, vestanfyri Sulawesi, og eystanfyri Sumatra. Umleið 73% av oynni er indonesiskt. Har norðuri á oynni er eitt malaysiskt øki ið fevnir um umleið 26% av oynni, har eru tey Eystur Malaysisku stakríkini Sabah og Sarawak. Harafturat hoyrir oyggin Labuan, ið liggur nærindis Borneo, til Malaysia. Á norður Borneo liggur eitt sjálvstøðugt ríki, Brunei, ið fevnir um 1% av víddini av oynni Borneo.
Skjót fakta Jarðfrøði, Staður ...
Staðfrøði í Borneo | |
Jarðfrøði | |
---|---|
Staður | Landsynningsásia |
Koordinatar | 01°N 114°E |
Oyggjabólkur | Greater Sunda Islands |
Vídd | 743.330 km2 (287.000 sq mi) |
Vídd-nr. | 3 |
Hægsta upphevjan | 4.095 m (13.435 ft) |
Hægsta punkt | Kinabalu |
Land | |
Umdømi |
Belait Brunei og Muara Temburong Tutong |
Landslutir |
Vestur Kalimantan Mið Kalimantan Suður Kalimantan Eystur Kalimantan Norður Kalimantan |
Lutstatir og samveldisøki |
Sabah Sarawak Labuan |
Fólkafrøði | |
Fólkatal | 19,804,064 (pr. 2010) |
Tættleiki | 21,52 /km2 (55,74 /sq mi) |
Etniskir bólkar | Kadazan-Dusun, Murut, Rungus-Momogun, Dayak, Bruneian Malay, kinesarar, Banjar, Javanesarar |
Lat aftur