From Wikipedia, the free encyclopedia
Aðalráðini í Føroyum eru tey ráð, har politiski myndugleikin hevur sína umsiting. Talið av ráðum kann broytast alt eftir politiska viljanum. Onkuntíð verða tvey ella fleiri ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt ráð býtt sundur í tvey, sum t.d. tá Almanna- og Heilsuráðið bleiv býtt sundur í tvey nýggj ráð Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, og onkuntíð verða heilt nýggj ráð sett á stovn. Hetta hendir serliga, tá val júst hevur verið og samráðingar hava verið um býti av landsstýrissessum. Hvørt ráð hevur ein aðalstjóra og ein landsstýrismann ella kvinnu. Landsstýrisfólki er ovasti myndugleiki í ráðnum, síðan kemur aðalstjórin og so koma deildarleiðarar.
Stutt eftir løgtingsvalið í januar 2008, tá sonevnda CHE samgongan varð skipað, varð Uttanríkisráðið sett á stovn. Henda samgonga sat tó bert í fáir mánaðir. Eftir nógv umrøddu lásagøluna, sum førdi til at CHE samgongan fall, bleiv nýggj samgonga skipað á heysti 2008 við ABC flokkunum. Hendan nýggja samgonga býtti Almanna- og Heilsumálaráðið sundur í tvey aðalráð. Tey nýggju aðalráðini, sum vóru í tíðarskeiðnum 2008 - 2011 vóru hesi:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.