![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/41/New_Auckland_Infobox_Pic_Montage_3.jpg/640px-New_Auckland_Infobox_Pic_Montage_3.jpg&w=640&q=50)
Auckland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Auckland er størsti býur í Nýsælandi. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av Norðuroynni. Í 2018 hevði Auckland um leið 1,6 mió. íbúgvar. Hetta svarar til ein triðing av øllum fólkunum í landinum. Næststørsti býur í Nýsælandi er høvuðsstaðurin Wellington.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/41/New_Auckland_Infobox_Pic_Montage_3.jpg/640px-New_Auckland_Infobox_Pic_Montage_3.jpg)
Miðbýurin er bygdur á einum 2 km breiðum eiði, sum er millum tvær víkir, víkin Waitemata Harbour norðanfyri og stóra víkin Manukau Harbour sunnanfyri. Maoriar, upprunafólkið í Nýsælandi, búsettust í økinum longu fyri um leið 670 árum síðan (1350). Býurin Auckland varð grundaður av bretum í 1840.