![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5a/Lindgren_1960.jpg/640px-Lindgren_1960.jpg&w=640&q=50)
Astrid Lindgren
From Wikipedia, the free encyclopedia
Astrid Anna Emilia Lindgren (fødd Ericsson, fødd 14. november 1907 – 28. januar 2002) var ein svenskur rithøvundur. Í desember 2012 var hon nummar 20 í heiminum á yvirliti yvir rithøvundar sum eru mest týddir til onnur mál enn móðurmálið. Hon hevur selt umleið 145 millión bøkur kring allan heimin. Hon er mest kend fyri barnabøkurnar um Pippi Langsokk, Karlsson á takinum og Børnini í Dundurdali, Ronja Ránsmannadóttir og Brøðurnir Leyvuhjarta og Emil úr Lønneberg.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5a/Lindgren_1960.jpg/640px-Lindgren_1960.jpg)