From Wikipedia, the free encyclopedia
Appalachiafjøll (enskt Appalachian Mountains) eru ein fjallarøð í eystara parti av Norðuramerika.
Appalakkufjøll røkka frá Alabama í USA til Nýfundland og Labrador í Kanada. Fjallarøðin fer ígjøgnum North Carolina, Virginia, West Virginia, Pennsylvania, New York og Nýongland. Hægsta fjallið er Mt. Mitchell í Norðurcarolina, 2.040 metrar høgt.
Hesi fjøllini eru fyri tað mesta skógvaksin, og har vaksa mong ymisk træsløg, harímillum ahorn og eik. Um heystarnar, áðrenn leyvtrøini, sum vaksa í sunnari parti av fjøllunum, missa bløðini, er frálíka vakurt har, tá skyggir leyvið í brúnum og reyðum litum, tá er eisini eitt skifti við heilt góðum veðri, og hesa tíðina á árinum nevna teir "Indian summer".
Hesi fjøllini eru eldri, og tindarnir eru ikki líka høgir sum teir í Klettafjøllunum (Rocky mountains). Tann syðri parturin varð til fyri 250 milliónum árum síðan, tá Afrika rendi saman við Norðuramerika, so øll meginlond vóru í einum, kallað Pangaea.
í statunum North Carolina, Virginia og West Virginia, har Appalakkufjøll fara ígjøgnum, var í mong ár nógv kol høgt og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalakkufjøll eitt hitt fátækasta í USA.[1]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.