føroyskur politikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Annita á Fríðriksmørk (fødd 27. juli 1968) av Strondum er føroyskur politikari, útbúgvin lærari í 1992. Hon varð fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 1998 fyri Tjóðveldi. Hon varð Mentamálaráðharri í landsstýrinum hjá Anfinni Kallsberg frá 17. september til 5. desember 2003. Í 2008 var hon eitt stutt skifti fólkatingslimur, tá hon avloysti Høgna Hoydal frá 9. september til 24. oktober.
Annita á Fríðriksmørk | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. jul 1968 í/á Tórshavn |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Mál | danskt mál, Føroyskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Annita á Fríðriksmørk |
Annita var løgtingslimur frá 1998 til 2011, tó hevur hon havt farloyvi frá løgtinginum nakrar ferðir, eitt nú meðan hon var landsstýriskinna í mentamálum í 2003. Hon var næstvald á løgtingsvalinum í 2008 við 616 atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2011 varð hon ikki afturvald, men hevur tó verið avloysari okkurt tíðarskeið eftir valið í 2011. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon aftur vald í Løgtingið.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.