Andros
From Wikipedia, the free encyclopedia
Andros (grikskt: Άνδρος) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er tann norðasta av Kykladuoyggjunum og liggur umleið 10 km í ein landsynning av oynni Evvia og umleið 3 km norðanfyri oynna Tinos. Andros er 380 km2 til støddar, í 2011 var fólkatalið á oynni 9.221 og fólkatættleikin 24/km2. Oyggin er nærum 40 km long og 16 km har hon er breiðast. Oyggin er eitt nú kend fyri sítt kelduvatn, sum kemur úr Sariza kelduni í Apoikia, hon rennur út úr einum leyvuhøvdi.